Stórt tiltak verður í Gomlu Miðhøllini hóskvøldið 23. februar kl. 19.30 um týðandi leiklutin hjá Føroyingahavnini.
Føroyingahavnin og Nordafar
Max Weihe, sum var stjóri á Nordafar – Henrik Old, sum hevur arbeitt har í fýra ár, Poulina Abrahamsen, sum arbeiddi á Sjámansheiminum í 1968-69 og Bárður Dam í Baianstovu, sum hevur skrásett Føroyingahavnina í 2017, greiða frá.
Landsstýrið skipaði fyri, at ein kanning og skráseting bleiv gjørd 26. mai – 17. juni 2017 eisini lendiskanningar kringum við niðurløgdu, A/S Nordafarstøðina í tí innaru Føroyingahavnini.
Teir, sum gjørdu hetta arbeiðið, vóru byggifrøðingurin, Helgi Johannesen og arkitekturin Bárður Dam í Baianstovu, sum umboðaðu Landsverk. Eisini var savnsleiðari Erland Viberg Joensen frá Tjóðsavn Føroya við, og so eisini Max Cecil Weihe, sum var stjóri á Nordafar í 1979-81 – Hann sum staðkendur frásøgu- og heimildarmaður um hvussu teir ymsu bygningarnir og amboðini høvdu verið nýtt.
Eisini bleiv tað føroyska sjúkrahúsið í ytru Føroyingahavnini skrásett. Onnur minni føroysk fiskavirki, fiskihús og skúrar inni á fjørðinum, Kangerluarsoruseq blivu kannaði og mett um, fyri at fáa geiður á, um vinnu- og ídnaðarsamfelagið, Nordafar skuldi tað varðveitast – partar av tí ella í ringasta føri takast niður ella okkurt triðja?
Lendisarbeiðið bleiv gjørt í tøttum samstarvi við Grønlandska tjóðsavnið, Nunatta Katersugaasivia Allagaateqarfialu – NKA. Savnsvørðurin, Mikkel Myrup gjørdi 3D-skanningar og skjalfestingar av øllum økinum við havnalagið – eisini av framleiðslustøðunum.
Aðalmálið við lendisarbeiðnum var at skráseta bygningar, útgerð og ymsan útbúnað. Hetta fyri at fáa eina heildarmynd av í hvørjum standi alt var í og eisini at fáa eina umhvørvisliga meting av støðuni í økinum – eins og fyri at fáa eina sosiala-, mentanarliga og ikki minst vinnusøgulig innlit í fiskaarbeiðið, ídnaðarsamfelagið Nordafar og Føroyingahavnin hevði verið.
Endamálið við kanningunum vóru:
1. Søguligt grundarlag
2. Hvørji støð í Grønlandi skulu takast støðu til, sum møgliga skulu takast niður ella burturbeinast av byggileivdum, sum eru frá tíðini, føroyskir sjómenn hava verið í vinnu í Grønlandi?
3. Skráseting av hvussu vinnulandslagið sær út í dag, bygningar og vinnutól.
4. Hvussu eru ognarviðurskiftini – hvør eigur byggileivdirnar?
5. Hvussu er byggitekniski støðan á ymsu ognunum?
6. Hvør hevur ábyrgdina av ognunum?
7. Hvør er umhvørvisligi vandin við at ognirnar forfalla?
8. Hvussu skal varðveitingin av mentanararvi av føroysku støðunum: uppihaldsstøðum og vinnuhúsum skipast, og eisini meta um, hvørjir bygningar og bygningslutir møguliga skulu beinast burtur?
9. Gera kostnaðarmeting av varðveiting- og/ella burturbeiningarætlan.
Nordafar
Nordafar er eisini eitt ítøkiligt dømi um fyritaksemi og fiskivinnusøgu sum tekur seg upp eftir II. heimsbardaga. Nordafar bleiv stovnset í 1953 og virkaði fram í 1980-ini sum eitt stórt veitingarstað og fiskiídnaðarstað. Her vórðu skapt stór virðir m.a. av føroysku vælferðini vegna og eftir krígsárini.
Nordafar fór á húsagang í 1989.
Søgan um Føroyingahavnina er drúgv
Lunnarnir undir Føroyingahavnina og seinni eisini Nordafar, sum vit kenna tey, eru tó lagdir fleiri ár frammanundan. Í 1925-27 fóru føroyingar á fyrsta sinni til Grønlands at royna eydnuna har, og stig fyri stig rann upp samband við grønlendska fólkið. So væl var skipað fyri, at í 1926 fingu føroyingar loyvi at brúka Ravns Stóroy sum útgerðarhavn. Og í 1927 fingu teir loyvi at brúka føroyingaravnina – ta eldru og ytru Føroyingahavnina.
Hetta søguliga sambandið og fiskivinnusøgan er við til at leggja lunna undir, at tað í 1953 rættiliga verður farið til verka við at útbyggja í Føroyingahavnini.
Tað sigst, at føroyinghavnin í nógv Harrans ár hevði tað longstu og bestu havnina í Grønlandi. Hon var fyri tað mesta er úr timbur. Eisini bestu og mest útgjørdu smiðjuna, eins og saltgoymsluna.
Enn í dag er oljugoymslan tann størsta í Grønlandi, har høvuðsveitingin uttan úr heimi verður løgd upp við stórum tangabátum, og síðani verður silgt ú Føroyingahavnini við minni veitingarbátum til onnur støð í landinum.
Frágreiðingin, Nordafar 2018 er long, víðfevnd og drúgv, heilar 145 síður við teksti, myndum, skrásetingum, kortum og tilmælum.
Uttan at fara í smálutir vóru eisini noregsmenn og danir í Føroyingahavnini
Eitt søguligt tíðaryvirlit úr frágreiðingini:
(frágreiðingin er gjørd á donskum)
• 1948-52: Samarbejde mellem A/L Utrustning i Ålesund og danske erhvervsinteresser om udbygningen af Færingehavn. Grønlands Industri og Handel A/S – Asgriko, fik koncessionen at drive en fiskeristation længere inde i fjorden – på det sted, hvor Nordafar-stationen blev opført. Færinger indbudt i 1952 til forhandlingerne om et fremtidigt samarbejde.
• 1949-51: Olieanlæg, lager og værksted, det norske velfærdshus, handel og administrationshus, smedje, lager, saltlager, vaskeri og mandskabsbarakker opført.
• 1953: Det norsk-dansk-færøske aktieselskab Nordafar stiftet at forestå udbygningen og driften af den nye fiskerihavn.
• 1953-56: Saltsilo, frysehaller, fiskelager, mandskabsbarakker m.m. opført
• 1959: Filetfabrik monteres foreløbig i et skur. I Grønland foretog færinger de første forsøg med filetering af fisk i stor stil.
• 1960: Filetfabrik og fiskemelsfabrik etableres.
• 1960: De danske ejere trækker sig ud af foretagendet. A/L Utrustning og det færøske andelsselskab, L/F Grønlandsfelagið ejere af Nordafar.
• 1960-65: Effektivisering og modernisering. Elektricitetsværk opført. Produktionen af frosne fileter næsten firedobles fra 600 t i 1960 til 2.350 t i 1965.
• Ca. 1970: Torskefiskeriet i Grønland aftagende.
• 1974: Produktionen på Nordafar på lavt blus. De norske ejere trækker sig ud af foretagendet. Færinger eneejere af Nordafar.
• 1975: Fabrikken på Nordafar lukkes. Filetmaskiner demonteres, og sendes til Færøerne.
• 1976-77: Filetfabrikken ombygges til produktion af kogte og pillede rejer. Kortvarig rejeproduktion, men kører i døgndrift i de to sæsoner.
• 1978: Ingen produktion af torsk og rejer, men indhandling og indfrysning af skællaks og lakseørred. Stationen åben som forsyningsstation.
• Sidst i 1970erne: På fabrikken kører fem rejepillemaskiner i døgndrift.
• 1979-81: Nordafar for en stund største indhandlingshavn i Grønland.
• 1982: Mangel på råvarer.
• 1985: Stationen Nordafar lukkes.
• 1985-88: Vagtpersonale på stationen.
• 1989: Nordafar A/S under konkurs.
• 1990: A/S Handelsselskabet Færøerne i Nuuk købte Nordafar på tvangsauktion.
Kostnaðarmeting
Ein varðisligt meting, gjørd í 2018 av at taka niður og beina burtur bygningar og annað, sum hevur við Nordafar at gera, er mett til at liggja millum kr. 23 og 30 mill.
Enn er einki hent á økinum.
Keldur:
NORDAFAR social-, mentanarlig- og ídnaðarlig virðir – Januar 2018
Helgi Johannesen, byggifrøðingur og Bárður Dam í Baianstovu, arkitekturin, sum umboðaðu Landsverk.
Erland Viberg Joensen, savnsvørður frá Tjóðsavn Føroya
Max Cecil Weihe, heimildarmaður
Teir tóku land, Jógvan Arge
Neyvari frágreiðingar og søgur verða um Føroyingahavnina og hvønn týdning hon hevði, á Torradøgunum
– hóskvøldið 23. februar kl. 19.30 í gomlu Miðhøllini á Skúlatrøð
Tey, sum leggja fram og greiða frá:
Max Cecil Weihe, stjóri og heimildarmaður
Henrik Old, var á landi í trý ár í Føroyingahavnini á flakavirki og á mjølfabrikkini.
Ólvur Heinesen róði út saman við fleiri í Lorvík í Føroyingahavnini
Poulina Abrahamsen, arbeiddi á Sjómansheiminum í 1968-69
Bárður Dam í Baianstovu, arkitektur hevur skrásett økið og bygningar í Føroyingahavnini í 2017.
Kunna teg nærri um Torraskránna HER


























