Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Ein fantastisk Torrakáfé í Betesda

Tekstur: Dávur Winther

Frálíkur felags- og kórsangur við 17 Sangarum og framúr framløga hjá John Høj og Jógvan við Keldu

Og so ikki um at tala tann fantstiska Kaféin, hópin av hjálpandi honum fáa reist yvir enda uppá eina lítla løtu – Har var alt, tú kann hugsa tær. Um tað hotellið, sum vónandi kemur longur niðri á Sandinum, skal hava eina eins góða Káfé- /morgunmatarkafé, so skulu tey rættiliga spíla seg út.

Aftur við sjálvari Kaféini var frálíkur tónleikur og sangur frá fasta Kafé-bókinum. Onkur vildi vera við, at upp móti 300 fólk vóru savnað í Betesda í morgun til Torrakaféina. Fantastiskt!

Jógvan við Keldu, hevur skrivað nógv um Klakksvíkar Hermetikk, og greiddi hann frá, hvussu heimsídnarkollveltingin frá 18. øld í Bretlandi flutti seg til USA og síðani til Týsklands í 19. øld.Kolveltingin náddi eisini Føroyar serliga festi hon í Suðuroynna eini 40 ár áðrenn veruligu vinnumenningina í Klaksvík.

 – Suðuroyingar gjørdust veruligir heimsborgarar, hesir brandar tóku beinanvegin róðrið í egnar hendur, tá Kongligi Einahandilin var avtikin í 1856.

Seinni tók J. F. Kjølbro dystin upp og gjørdist ein av Føroya fremstu vinnulívsmonnum við umlei 1000 fólkum í arbeiði.

John Høj, sum var stjóri á Klakksvíkar Hermetikk, greiddi frá hesi serligu íverksetan og hesum spennandi arbeiðsplássi í fimti og seksti árunum. Tað var sonum Kjølbro, Evald, sum heitti á John Høj um at fara í læru innan Hermetikk, sum hann so gjørdi m.a. í Týsklandi

Hetta gjørdist til margfaldna vikrið, Klakksvíkar Hermetikk við hópum av vørusløgum, sum bæði vóru seldar her á landi, vóru útfluttar til lond nærhendis og til heilt til USA.

Í teimum báðu áratíggjunum 1940-unum og ’50-unum fluttu fólk í hópatali til Klaksvíkar úr øllum landinum eftir arbeiðplássum. Klaksvík mentist serliga og tvífaldaðist úr 1.500 upp í 3.000 íbúgvar eftir 15 árum.

Tað var serliga framtaksúrmælingurin J. F. Kjølbro – vanliga kallaður Kjølbro, – sum spældi serligan leiklut og verður helst roknaður fyri hollasti íverksetari í Føroyum.

John Høj, varð avlærdur m.a. av týskum hermetikkmeistara, Paul Lammers, sum stýrdi Hermetikkvirkinum eina stutta tíð, til hann mátti leggja frá sær vegna sjúku.

Ein frálík framløga, sum 93 ára gamli John Høj megnaði til UG – væl stuðlaður av vinmanninum, Jógvan við Keldu! Tað var áhugavert at hoyra júst hesa søguna. Fleiri komu eisini at heilsa uppá John, at greiða honum frá, at tey høvdu eisini arbeitt á Klakksvíkar Hermetikk.

Prátið aftaná mundi ongan enda fingið við tí góða kaffinum, køkunum, skerpikjøtinum, tónleikinum og øllum hinum afturvið.

Stóra takk fyri!