Dagurin í gjár byrjaði við kaffi og rundstykkum fyrrapartin og seinnapaturin við hátáðarløtu, har Poul Havn lat felagnum radioið av Carlton
Karl Olgar Joensen bjóðaið vælkomin, og takkaði stuðulunum og takkaði fyri vælvild frá Christian í Grótinum, at teir kundu húsast í hølum teirra á Faktorsvegi 6.
Síðani var skráin tann, at Noel Joensen og sonurin, Noel framføru serliga Contry sangir, sum er teirra speciali við guitara og sangi – frálíkum spæli og sangi.
Poul Havn handaði Norðoya Bátafelag radio frá sluppini, Carlton og sendara frá øðrum skipum. Hetta rarioið, ið er framleitt í 1938 og sum hann hevði funnið spesikikatiónir uppá á netinum, var á veg í skrell í einum lastbili, tá ið Poul Havn varnaðist tað og bæð um loyvi at fáa tað.
Poul Havn hugleiddi um staðarnøvn í Krotigrøvini, fiskileiðir og siglign úti í heimi í heilar 18 mánaður út í eitt, sum var vanligt tá. Tá ið hann kom heimaftur uttan úr heimi, vóru fleiri av damunum, hann plagdi at dansa við, giftar.
Sjálvandi spældi Poul Hvn eisini uppá Munnharpuna, sum hann dugur so væl. Hann spælir uppa hana hvønn dag, sigur Poul Havn. Konan lurtar og enn tá hundurin eisini, segði hann
Anskar Hansen, sum er ein av mongu stigtakarunum til felagið, hugleiddi um at vera fjarritari t.d. á Skálaberg og um samskiftið millum skip og heimini – fyrr og nú. Nú kann ein fartelefon mikið meirra enn stóru og tungu samskiftistólini, teir høvdu umborð í síni tíð.
Sigmar Høgnesen segði frá mongum skemtiligum søgum og samtalum, sum hoyrdust yvir radio fyrr í tíðini. Eisini gagnnýtti hann kynstrið at herma, sum hann dugir so væl og fólk vóru ”fløt í grini”.
Hann fortaldi um ein, sum var ávegis til útróðrar, sær bát koma av fiskileið og rópar á hann, um hann hevði fingið nakað? Nei, hin lat illa at, bert ein tosk! Nå, svaraði útróðrarmaðurin, so hevur kona tín tveir toskar!
Jú, har var hugnaligt hjá Bátafelagnum í snotiligu hølum teirra og kaffi og kakur vórðu boðin í hópatali, og prátið gekk hareftir.





































































