Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mads er skaddur

Jákup Ósá

Vit hava spurt lyklaleikaran hjá KÍ, um hann verður við sunnudagin, tá KÍ eftir ætlan spælir móti EB/Streymi.

Mads B. Mikkelsen er einasti leikarin í landsliðshópinum, sum ikki er tøkur til dystin í morgin. Tað staðfesti Håkan Ericson á tíðindafundinum í dag. Vit spurdu Mads, um dysturin sunnudagin er í vanda.

– Eg føldi okkurt strekk í lærinum, men hetta er ikki nakað álvarsamt. Tað er ikki ein fiburspreinging, og eg vænti, at eg verið klárur sunnudagin, sigur Mads B. Mikkelsen við Norðlýsið.