Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Myndarøð frá í gjár

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Sera gott veður var í gjár sunnudagin. Fyrst gekk eg ein túr út á Núp og um kvøldið fóru vit bæði ein skýmingatúr út á Bumshamar. Á sjónum var so slætt í gjárkvøldið, at tað dróg ikki um fliðuna, ella fliðnaslætt, sum onkur annar hevur sagt.

Uppi við Borðoyarvík kundi eg ikki lata vera við at taka mynd av bráðanum frá teim trimum kloakkunum, sum renna út har. Haldi at tað er spell at kloakkirnar ikki eru lagdar longur út, tí einki er at ivast í at hesar hava ávirkan á fjøruna har um vegir. Á bakkanum við Hellisenda stendur eitt bakkahús, sum fekk skaða av illveðrinum í vetur, takið fór av. Seinast tá Bakkahúsið var á hvørjum munni í Klaksvík, var helst tá Ólavur Klakk á sinni leiddi ein kálv út úr húsinum, tí hesin skuldi vera høvuðseikari, altso kálvurin, í eini sokallaðari “Tarvaskítikapping”, ið vóru so “in” tá í tíðini.

Niðanfyri bakkan, heimanfyri Grøvina sæst ein múrur eftir eitt neyst, ið eg minnist at Tummas Lenvig, sum var lærari í barnaskúla mínum, stoypti upp har saman við verðfaðir sínum, Símun Petur Zachariassen. Beint uttanfyri bøgarðin heimanfyri Grøvina er eitt gil har ein løkur rennur oman á sjógv. Har niðast við sjógvin plagdu vit at fanga “klænkállar” ella “glæsállar”. Glæsállar vóru eisini at fáa í einum løki við Mækjuvík, men hóast eg havi leitað, hevur tað ikki eydnast mær at funnið ein slíkan nógv tey seinastu árini.

Legg til merkis skálvin á Kjalarbrúnni, seinna myndin er gjørd eitt sindur harðari og har sæst hvussu kavi rullar av tromini og oman, tó uttan at tað er vandamikið, nú fonnin á brúnni ikki er so stór.

Njótið bara myndirnar niðanfyri: