Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Klaksvíkar vinnulívsráð netverksfund

Jóhann Lützen, Myndir: Dávur Winther

Samskiparin Jógvan við Keldu legði frá sær og Rodmund Nielsen greiddi frá um fyritøkuna Borg, tá Klaksvíkar vinnulívsráð hevði netverksfund á Finastøðini fyrrapartin

Jan Petersen bjóðaði vælkomin til tey mongu uppmøttu í morgun. Ein góður morgunbiti saman við kaffi og prátini millum vinnulívsfólkini gingu væl. 

Rani Nolsøe tók síðani orðið og fagnaði Jógvan við Keldu, ið hevur gjørt av at leggja samskipanarleiklutin frá sær. Jógvan fekk ein málning frá Klaksvíkar Vinnulívráð. Jógvan við Keldu kvitteraði við at leggja áherðslu á týdningin av einum sterkum vinnulívi og heilsaði vinnulívsráðnum blíðan byr framyvir. Norðlýsið gjørdi samrøðu við Jógvan við Keldu og hon verður at lesa her seinni. 

Jan Petersen, formaður í Klaksvíkar vinnulívsráðið kunngjørdi síðani, at Jógvan Skorheim tekur yvir samskiparaleiklutin eftir navnabróðir sín. Jógvan takkaði fyri álitið og gleddi seg at koma í gongd. 

Rodmund Nielsen, stjóri í Borg hevði síðani framløgu um fyritøkuna. Hann greiddi frá um sínar fyrimyndir og hvussu hann saman við øðrum høvdu ment fyritøkuna til tað hon er í dag. Norðlýsið gjørdi eisini samrøðu við Rodmund, sum vit leggja út her seinni.