Íverksetanarhúsið hevði í morgun boðið til netverkanardag, har trý ymisk virki kunnaðu um virksemi teirra.
Byrja endan av vikuni við góðum morgunmati og lær nakað nýtt úr føroysku vinnuni samstundis, stóð í innbjóðingini hjá Íverksetanarhúsinum.
Væl av fólki hevði eisini leitað sær til løtuna uppi á loftinum, her m.a. boðið varð til væl smakkandi heimabakaðar bollar frá Meriettu.
Við 9/10 (níggju tíggju) setur Íverksetarahúsið sjóneykuna á eitt ávíst vinnuligt øki.
Og tað gera vit stutt og greitt: framløgurnar vóru tríggjar í tali á 10 min hvør. Alt frá níggju til tíggju á morgni.
Skráin:
Kl.09.00 – 09.30 Kondittarí Marietta borðreiðir við morgunbollum
Kl.09.30 – 09.40 Nemlia.fo Greg Worley og Eyðbjørg Leo greiddu frá.
Føroyska fyritøkan Nemlia, hevur ment eitt forrit, sum er serliga ætlað starvsfólkum innan umsorgan og røkt.
Umframt Føroyar, er fyritøkan eisini komin á danska og týska marknaðin, har Nemlia hevur fólk í starvi og kontór. Um stutta tíð legst franski marknaðurin afturat.
Kl.09.40 – 09.50 Minteo.fo – Dávið Sundsskarð og Rói á Torkilsheyggi greiddu frá
Tað, sum fyrr var manuelt samskifti ímillum banka og bókhaldsskipanina hjá fyritøkum, hava teir í Minteo automatiserað. Við beinleiðis talgilda sambandinum, hava teir í Minteo lætt um arbeiðsdagin hjá bókhaldaranum, sum við hesi loysn sleppa undan at skula hugsavna seg um bæði KT og bókhald.
Við beinleiðis bankasamskifti, ber til at sjálvvirka fleiri mannagongdir, so sum útlíkning og avstemman av kontum.
Við Minteo slepst undan skjalasavnið og fílugoymslu. Tað er ikki longur neyðugt at logga á netbankan fyri at heinta fílur, so sum “dagligar bókingar”, kontoavrit o.l. Samstundis ber til at fáa samskifti við flest allar peningastovnar í heiminum – eitt nú Danske Bank, Nordea, Citibank ofl.
Kl.09.50 – 10.00 TONIK.fo Sóley Heradóttir Hammer greiddi frá
Ein góð blanding av tí besta, vit hava í Føroyum, innan KT og list kann upplivast 12.maj í Sjóvinnuhúsinum í Havn.
Tá verður slóðbrótandi, altjóða og forvitnisliga tiltakið TONIK, fyri fyrstuferð!
Við 40 startups innan KT, 20 áhugaverdum røðarum, bæði føroyskum og útlendskum, nøkrum av teimum stórstu listafólkunum, sum vit hava í Føroyum, og íleggjarum, er talan um eina veruliga samanrenning av allari vistskipanini innan føroyska KT og list.
Komandi tíðina fer Íverksetarahúsið, at varpa ljós á ávís vinnulig øki. Serligur dentur verður lagdur á, at fáa innlit í tað nýggjasta, sum rørir seg innan ávísu vinnuna.
Ein áhugaverdur dagur, har tú fekst nógv nýtt at vita, hvat rørir seg í teimum ymsu virkjunum, tú annars ikki hoyrir so nógv til í gerandisdegnum.




































