Hetta er fyrsta árið teir spæla billard og fingu teir flott úrslit í 3. deild
Óli Oddnason Biskopstø og Ove Nysted byrjaðu at spæla billard við 3. deild hjá Klaksvíkar billardfelag í ár. Tað hevur gingið væl, so væl at nú kappingin er liðugtspæld, stóðu teir eftir við silvurkrónunum.
Hóast teir eru nýbyrjaðrir so hava teir sítt billarduppdragilsi í hølunum hjá heimavirkinum á Biskupstøð seinast í 90’árunum, har Jógvan Vágsheyg, sáli og Sonhard Johannesen løgdu einum heilt nýggjum ættarliði lag á.
Og tá vit spyrja teir hvat málið er við billardspælinum siga báðir við ein munn, at teir vóna at flyta upp í 2. deild komandi ár.
Vit fingu eina mynd fyrr í dag av evnaríka parinum.



