Gott veður í morgun. Eitt lítið lot av vestri, minni enn 5 m/s, fyri tað mesta klárt um alt landið og turt. Bert onkur skýkloddi at síggja, og okkurt lítið ælið.
Ein hátrýstryggur hevur lagt seg yvir Føroyar. Tá er vanliga gott veður, og tað kunnu vit eisini rokna við seinnapartin í dag, meðan dystur er.
Meðan dystur er, fer tað at vera eitt lítið lot av útsynningi suðuri, minni enn 5 m/s, klárt fyri tað mesta, møguliga smáskýggjað onkra løtu, og turt. Hitin fer at liggja um 8-9 stig.



