Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

„Sannar søgur“ – tvær nýggjar bøkur í røðini komnar út

Jóhann Lützen

Leirkerið gevur í hesum døgum tvær nýggjar barnabøkur út í virðisløntu røðini „Sannar søgur“. Bókin „Stormurin, sum steðgaði“, er um vælkendu bíbliusøguna, tá Jesus stillar stormin. „Heilt ótrúliga framúr frálíka veitslan í allar ævir“ er ein hugtakandi bók um himmalin, Jesus og heimsins bestu innbjóðing!

Bøkurnar í røðini „Sannar søgur“ siga á einfaldan hátt frá bíbliusøgum og søgum, sum onkursvegna taka samanum bíbilsk temu. Harafturat eru bøkurnar prýddar við vøkrum hugtakandi og fangandi myndum.

Umframt hesar nýggju bøkurnar, eru hesar í bókarøðini: „Undrið klokkan eitt“, „Ein garður, eitt forhang og ein krossur“ og ein tilhoyrandi máli- og ítrivsbók.

Arni Zachariassen týddi bøkurnar til føroyskt. Bøkurnar fáast til til keyps á nethandlinum www.leirkerid.fo og í bókahandlunum kring landið.