Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Við Brandi á línuveiðu á landgrunninum

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Fyri umleið tveimum árum síðani fekk eg avtalu við reiðaran og skiparan á útróðrarbátinum Brandi, sum rør út frá Norðdepli, um at koma við ein túr á “fotosafari”.

Myndatólið hjá mær verður ofta brúkt sum skjól, kanska er tað meira áhugin og virðing fyri sjólívinum, ið er drívmegin til slíkar túrar hjá mær.

Ná, men týsdagin í vikuni ringdi telefonin, tað var Janus Sørensen, skipari á Brandi. Hann spurdi stutt og greitt: “Ert tú klárur”. Eg umráddi meg ikki og svaraði beinan vegin: “Ja, nær fara vit?” Hann segði so, tú skalt verða umborð klokkan 24.00, tá eg so spurdi hvat eg skuldi hava við, segði hann “onki”.

Ná eg møtti umleið hálvan tíma áðrenn har Brandur lá við bryggju. Teir vóru til tíðina á miðnátt, skiparin Janus, sum aftur at sær hevði sonin Eivin og so Andrias Justesen.

Skjótt gekk at taka 45 engdar stampar umborð og so varð lagt frá landi. Tá vit høvdu siglt eina løtu og teir høvdu gjørt alt klárt, segði skiparin at nú kundu vit leggja okkum at fáa ein blund, tí tað fór at taka einar fýra tímar at koma á fiskileið.

Niðri í lugarinum fingu vit ein kaffimunn og prátaðu lítið, men fóru síðani beint í koyggjuna.

Komnir umleið 15 fjórðingar norður úr Viðoynni úti á landgrunninum, varð byrjað at seta. Tað gekk skjótt at seta teir 45 stamparnar. Ferðin var um 8 míl meðan vit settu. Línan strekti einar 13 fjórðingar, so tá vit høvdu sett í smáar tveir tímar, var liðugt at seta.

Síðani var at sigla aftur til endaboyuna, sum vit settu fyrst og byrjaðu at draga hagani ífrá. Men vit høvdu drigið stutt til vit fingu enda, so var at sigla aftur til seinna endan, ið vit seinast settu og at byrja at draga hagani í frá. Tað var nú ikki av tí besta, tí hesin endin hevði staði stutt.

Lítið var eisini á fyrsta stampinum, men fiskiskapurin batnaði so hvørt sum vit komu longur og eg helt at nógv var á hjá okkum hendan dagin.

Sjálvandi, næstan alt var hýsa, eisini væl av smáari hýsu, sera lítið av toski. Síggi í dag at veiðan vigaði knapt 8.000 pund, so eg haldi at vit fingu eitt stórt tal av fiski. Langar løtur sýntist at vera á næstan hvørjum jarni.

Skiparin fór í koyggjuna tá vit vóru byrjaðir at draga, tí hann hevði verið einsamallur uppi ímeðan vit sigldu út. Men hann fekk ikki nakran langan blund. Tá skiparin var farin í koyggjuna fór Eivin til rulluna og Andrias fór at kryvja. Men ikki veit eg, Tað mundi valla ganga nógv meira enn ein tími, tá mátti Andrias purra út aftur, tí tað stóð á at reinsa.

Ná eg kundi kanska verið farin til fiskipaunin og kruvt, men eg var við fyri at fáa nakrar myndir, so eg bjóðaði meg ikki fram og ongin heitti á meg, so eg fekk tikið einar 1500 myndir á túrinum. Tær havi eg nú stytt niður til, hóast alt, eina langa myndarrøð.

Veðrið var sera gott fyrrapartin mikudagin, men út á seinnapartin vaks vindurin eitt vet og inni á landi sást tám sum at enda bleiv so tætt at vit sóu als ikki land. Tað var eitt sindur av eini striku í roknskapinum hjá mær, tí eg hevði ætlanir um at fáa nakrar góðar nærmyndir frá landinum norðanfyri eisini, men tað bleiv av ongum. Tá vit fóru at sigla inn um fýratíðina seinnapartin var vindur og regn, so eftir at vit høvdu fingið døgurða, sum skiparin borðreiddi við varð farið í koyggjuna.

Klokkan var farin um 18 tá vit løgdu at í Norðdepli aftur.

Eg havi fingið ein sera góðan túr saman við sera góðari skipsmanning norðanfyri. Heim við fekk eg bæði hýsu, rogn, longulivur, sum vit hava hugna okkum við í dag.

Stóra takk skuldu tit tríggir hava, Janus, Eivin og Andrias. Fyri mær var túrurin ein sera góð og gevandi uppliving.

 


Niðanfyri nakrar myndir frá túrinum: