Í sambandi við at, Theresa Turidardóttir Kreutzmann, hevur tikið við starvinum sum nýggjur stjóri á Visit Norðoy, varð í gjár skipað fyri móttøku á Kunningarstovuni.
Har møtti hópin av fólki við góðynskum eins og ætlanirnar vóru mangar og spennandi – Arbeiðsøkið er áhugavert og víðfevnt – allar Norðoyggjar.
Millum teirra, sum ynsktu nýggja stjóranum á Visit Norðoy vælkomnum, vóru núverandi og fleiri fyrrverandi borgarstjórar í Klaksvík.
Karl H. Johansen, Jógvan Skorheim, Steinbjørn O. Jacobsen og Jógvan við Keldu.
Sambært søguliga yvirlitinum á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu, kann síggast teirra setanarskeið:
Karl H. Johansen, politistur og sýslumaður – 2021 –
Jógvan Skorheim, stjóri 2017 – 2020 og 2013 – 2016
Gunvá við Keldu, stjóri 2009 – 2012
Steinbjørn O. Jacobsen, múrarmeistari 2005 – 2008 og 2001 – 2004
Óli Heinesen, deildarstjóri, sáli 1989 – 1992
Jógvan við Keldu, stjóri 1997 – 2000, 1993 – 1996, 1985 – 1988 og 1981 – 1984
Samlaða yvirlitið fyri borgarstjórar kann lesast her

















