Í morgin fáa vit fyrstu greiðu ábendingina um styrkina á ársins KÍ-liði.
KÍ hevur fult stigatal fyrstu fýra umførini, men uttan at taka nakað frá TB, EB/Streymi, 07 Vestur og AB, so eru hetta lið, sum KÍ eigur at vinna.
Nú kemur ein størri uppgáva. Steypavinnararnir, silvurvinnararnir og grannarnir úr Víkingi vitja KÍ. Hóast Víkingur í tveimum dystum, sum ikki skuldu verið leiktir vegna vind, ikki hevur fingið fulla úrtøku, so er ársins Víkingalið eitt gott lið og væntast at koma at verða partur av í øllum førum topp 4. Venjarin er tann sami sum síðani 2020 og í fjør byrjaði Víkingur at finna eina uppskrift móti KÍ. Tað gjørdi, at dystirnir millum liðini blivu javnir, har tað koppaði til KÍ í tveimum landskappingardystum, ein endaði javnur og steypafinaluna vann Víkingur.
Í ár eru liðini nakað broytt, men málið hjá báðum er framvegis tað sama. Hjá KÍ at vinna FM og hjá Víkingi at liggja í toppstríðnum. Ímun til liðini í fjør, so eru Jóannes Bjartalíð og Mathias Rosenørn farnir hjá KÍ, meðan Gunnar Vatnhamar, Bárður J. Hansen og Noah Mneney eru farnir hjá Víkingi.
Stigatalvan vísir eisini, at talan er um avgerandi dyst. Vinnur KÍ so er Víkingur átta stig aftanfyri KÍ og tá fyribils úti av FM-stríðnum, men vinnur Víkingur samstundis sum roknast kann við at HB og B36 vinna sínar dystir, so verða fýra lið nærum jøvn í oddastríðnum.
Dysturin í Klaksvík sunnudagin byrjar kl. 15.00.



