Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Foreldur ørkymlaði av Sernámi

Jóhann Lützen

Vit eru sera kedd av, at Sernám ikki viðurkennir ein læruhátt, sum hevur prógva seg! Kunnu tosa av erfaring, skrivar Frimodt Rasmussen m.a á sínum facebook vanga

Frimodt Rasmussen er pápi at gentu við Down Syndromi. Hann skrivar á facebook soleiðis:

Vit eru sera kedd av, at Sernám ikki viðurkennir ein læruhátt, sum hevur prógva seg! Kunnu tosa av erfaring. Svarið hjá Landstýrismanninum vísir hetta. Serliga hesar setningarnar hefta vit okkum við:

“Fyri nøkur børn við Down Syndrom hevur eisini verið skipað fyri Karlstad netverki við uttanhýsis ráðgeva úr Danmark. Talan er um eina øðrvísi tilgongd til málmenning, enn tann tvørfakliga, sum Sernám annars stendur fyri. Sernám setir ikki nýggj netverk í gongd innan hetta økið, tí mett verður, at barnið fær hjálp við hinum tænastunum, sum Sernám veitir.”

Tað stutta av tí langa er at ”hinar tænasturnar?” ikki eru mennandi fyri okkara børn, á sama hátt sum Karlstad!