Á seinasta heimadystinum í ár kempaði Mjølnir seg til sterkan 3-2 sigur á TB hóast tær vóru aftanfyri 2-0
Sigurin ber boð um eitt lið í stórari menning.
Við sigrinum endar Mjølnir kappingarárið á einum 4. plássi

Mjølnir 3 – 2 TB: 18-25, 14-25, 25-22, 25-22 og 15-10
Mjølnir spæla sín seinasta dyst leygardagin í Sørvági móti SÍ.
Ragnar eisini venjari komandi kappingarár
Mjølnir hava verið í menning alt árið. Ragnar í Haraldstovu hevur drúgvar royndir sum venjari og hansara ávirkan á leikararnar er sjónlig, hóast tað eru leikararnir sum hava lagt sera nógv í venjingina í ár. Ragnar heldur fram sum venjari næsta ár.



