Við sigri á VÍF hóskvølið hava kvinnurnar hjá Stjørnuni, eins og seinasta kappingarár, leikt seg í hálvfinaluna um FM-heitið. Mótstøðuliðið er verandi meistarar úr Hoyvík. H71 er greitt oddalið í landskappingini, og verður tað uttan iva ein stór uppgáva hjá Stjørnuni at møta teimum, men vit trúgva avgjørt uppá møguleikan hjá Stjørnuni.
Kappingarreglurnar siga, at tað liðið, sum er best av trimum dystum, kemur í finaluna. Umráðandi er hjá stjørnukvinnunum at fáa eitt gott úrslit í fyrstu hálvfinaluni, sum verður leikt á heimavølli, og harvið fáa eitt gott útgangsstøði undan næstu hálvfinaluni, sum verður í Hoyvik komandi leygardag.
Liðini hava leikt tríggjar dystir í móti hvørjum øðrum i landskappingini, og hevur munurin ikki verið so stórur. Seinast liðini møttust, var fyri góðum 14 døgum síðani, og endaði dysturin við einum 31-30 sigri til H71.
Dysturin verður bríkslaður í gongd kl. 18.30, og skipar Stjørnan fyri andlitsmáling frá kl. 18.00.



