Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Onki er avgjørt

Oliver Joensen

Tað var spenningur fyri allar pengarnar, tá Stjørnan og H71 leiktu fyrstu hálvfinaluna um FM-heiti í KÍ-høllini í kvøld.

Tað gekk javnt á allan fyrra hálvleik, tó var tað Stjørnan, sum hevði munin, onkra løtu var leiðslan trý mál, men tað eydnaðist H71 at javna til 20-20 beint fyri hálvleik.                                                                                   

Stjørnan fekk ikki góða byrjan uppá seinna hálvleik, fleiri mistøk fyrstu løtuna kostaður dýrt. Tað gekk bert lítil løta, so hevði H71 fingið eina leiðslu uppá trý mál, og so skuldi Stjørnan renna aftaná.

Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, hevði H71 økt um leiðsluna til fimm mál, men Stjørnan megnaði at svara aftur, og tá umleið fýra minuttir vóru eftir at leika, var leiðsla hjá H71 minkað til eitt mál, støðan var tá 35-34 til H71, og høllin kókaði, men nærri kom Stjørnan ikki, og endaði dysturin við 36-35 sigri til gestirnar.       

Leygardagin skal næsta hálvfinalan leikast, og verður tað í Hoyvíkshøllini. Kravið til Stjørnuni er ein sigur, og tað er avgjørt møguligt. Tær skulu minimerað mistøkini, og so skal verjan vera nógv meira kontant og avgjørd.

Málini hjá Stjørnuni skutu: Julia Nalviko 8, Sonja S. á Bergi 8, Tóra Eliasen 7, Jancy H. Poulsen 5, Durita L. Johansen 3, Malene Madsen 3 og Joan Sørensen 1