Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Stjørnan skal spæla um bronsuna

Oliver Joensen

Tey eydnaðist ikki Stjørnuni at vinna á H71, og harvið fáa eina triðju og avgerandi hálvfinalu. H71 tók leiðsluna beinanvegin. Stjørnan royndi at hanga í. Serliga var tað verjuparturin hjá H71, sum var betur enn mikukvøldið. Hálvleiksstøðan var 21-15 til H71.
Gongdin var tann sama í seinna hálvleiki, og endaði dysturin við einum greiðum 38-29 sigri til H71.
Sostatt skal Stjørnan eins og seinasta kappingarár leika um bronsuna, har mótstøðuliðið verður Neistin.