Tað gingu 29 dagar frá at Norðlýsið fyrstu ferð skrivaði um rumbul í HB og at framtíðin hjá høvuðsvenjarinum var ótrygg, til venjarin segði seg úr starvi
HB heimasíðan sigur at Dalibor Savic vildi heim til familjuna í Svøríki, tí kom uppsøgnin.
Tann 29. mars skrivaði Norðlýsið um rumbul í HB. Formaðurin Ransin N. Djurhuus segði við Norðlýsið, at nevndin hevði fult álit á Dalibor Savic. Tað er royndur lutur, at tá nevndir melda slíkt, so eru venjarir á veg út á deyðsgongina.
Og í dag boðar HB so frá at Dalibor Savic er fortíð í felagnum.
Nýggjur venjari er Jákup Martin Joensen, sum segði seg úr hjálparvenjarastarvinum í júst HB herfyri.



