Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Privat kunnu væl brúka vaskaríið undir Margit Stórá

Jóhann Lützen

Tað skurraði beinanvegin í oyrunum, tá ið Margit Stórá í Breddanum í Kringvarpinum fyrrapartin segði, at “Vit skulu ikki hava nakað privat virksemi á sjúkrahúsunum”, vísandi til, at hon ikki vil, at MR-skannarin til Klaksvíkar Sjúkrahús skal kunna brúkast til nakað privat endamál. Á Landssjúkrahúsinum eru heilt aðrir tónar, tí har mugu privat gjarna koma inn og brúka útgerðina hjá sjúkrahúsinum til klædnavask.

 

Landsstýriskvinnan segði soleiðis í Breddanum: “Privat virksemi hevur man fyri nøkrum árum síðani fingið út av sjúkrahúsinum. Sjúkrahúsið er almenn tænasta […] og tað er heldur ikki nøkur ætlan um, at tað privata virksemið skal inn aftur á sjúkrahúsini […] og tað verður ikki soleiðis, at privat virksemi skal inn á sjúkrahúsini.”

Tað var løgið at hoyra. Tí tað er annars almenn vitan, at vaskaríið á sjúkrahúsinum í Havn hevur gjørt lívið hjá privatum vaskaríum súrt við lata privatar fyritøkur og virkir brúka tað til stórvask. Vaskaríið á Landssjúkrahúsinum kann vaska 2,2 tons (!) um dagin við einum vaskikapasiteti upp á 250 kg og turkikapasiteti upp á 120 kg, stendur á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum sjálvum.

Vaskaríið á LS lýsir soleiðis fyri sær sjálvum: “Vaskaríið bjóðar klædnavask fyri stovnar og fyritøkur. Er ynski um at fáa klæðir vaskaði, vinarliga setið tygum í samband við Vaskaríið.” Privat eru við øðrum orðum vælkomin at brúka tól á Landssjúkrahúsinum, men ikki á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?

Landsstýriskvinnan í heilsumálum hevur nú ein frágreiðingartrupulleika.