Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Varðin: Antitrust forðar, men fær okkum eisini at hugsa nýtt

Anna Maria Joensen

Drúgv samrøða við Tórheðin Jensen, marknaðarleiðara og nevndarlim í Varðanum Pelagic, um søguna hjá móðurfelagnum Varðanum, fiskivinnumessuna í Barcelona, ávirkanina av støðuni í Ukraina, og um framtíðarætlanirnar hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri.

 

 

Varðin var í fyrstuni eitt reiðarí, sum bara fiskaði. Varðin varð stovnaður í 1985 og fekk sítt fyrsta skip í 1987. So varð einans fiskað heilt fram til 2011-12, tá Varðin eisini bleiv eitt framleiðsluvirki. Varðin keypti Faroe Origin saman við Framherja, og har verður upsi framleiddur, eins og tað er flakavirki og selur vøruna til keyparan. Áðrenn varð farið gjøgnum onnur sølulið; til dømis kundi Havsbrún selja svartkjaftin frá Varðanum víðari. Byrjanin upp á pelagisku vinnuna var ikki góð í Føroyum, tí kapasiteturin var ov lítil. Men í dag eru 3 virki, og tað er nøktandi kapasitetur.

Pelagiska virkið hjá Varðanum hevur havt við sær fleiri nýggjar spurningar, so sum “Hvønn skulu vit selja fiskin til?” og “Hvussu vilja tey hava hann?”. Varðin frystir heilan fisk, sker butterfly og sker fløk, men tað er altíð frystur fiskur, talan er um, tí at tað eru altíð millumlið, Varðin selur til, ikki endabrúkaran. Varðin selur annars sín fisk til allan heimin. USA, Eystureuropa, Týskland, Frankaríki, Bretlands, og í Asia til Kina og Japan, umframt onnur.

Serliga týðandi fyri fiskasølur eru messur. Sølustevnur, so sum fiskivinnustevnan, ið júst hevur verið í Barcelona og sum áður var í Bruxelles. Hon er tann størsta fiskivinnumessan í heiminum, og hon er nú í Barcelona 2. árið á rað.

– “Vit koma her, tosa við allar kundarnar, sum vit hava, fyrireika fundir, og tá ið kundarnir so koma her, hava teir ein fullan kalendara av fundum innanfyri 3 dagar. Hetta ger alt so nógv lættari. Skuldu vit møtt einstøku kundunum heima hjá teimum, skuldu vit ferðast allan knøttin runt. So hetta er øgiliga praktiskt og gott við fiskivinnumessum.”

Varðin hevði ein stak væl frágingan bás, sum altíð var mannaður. Fólk koma so yvir til teirra og spyrja, hvat slag av fiski, Varðin selur, og teir sum spyrja eftir svartkjafti, lodnu ella makreli, fáa játtandi svar. Fleiri av teimum, ið spyrja seg fyri, spyrja eftir øðrum fiskasløgum, sum Varðin ikki selur, men Varðin fær sanniliga eisini nýggjar kundar í hús, ið eftirspyrja teirra vørur.

Kríggið í Ukraina hevur ávirkað søluna hjá Varðanum soleiðis, at nú verður minni selt til Russlands, men av tí at ongar sanktiónir eru í gildi fyri matvørur, so er framvegis ein ávís søla. Tórheðin Jensen metir tað vera gott, at matvøruflutningur er undantikin sanktiónum, tí sambært honum eigur matur ikki at verða brúktur sum vápn. Øll skulu hava mat, sigur hann.

Varðin hevur í dag 4 uppsjóvarskip – Tróndur í Gøtu, Finnur Fríði, Gøtunes og Tummas T. Av hesum eru Tróndur í Gøtu, Finnur Fríði og Gøtunes sera stór skip, ið hava dupulta manning og stórar kvotur. Tummas T. er væl minni og hevur bert eina manning, men stendur sambært Tórheðini onki aftanfyri hini trý skipini, tá tað kemur til góðsku. Umframt uppsjóvarskipini hevur Varðin eisini Rankan, ið er partrolari og hevur onkuntíð partrolað við skipini hjá Faroe Origin, og hartil kemur Olga Maria úr Leirvík, sum teir eiga saman við øðrum. 

Ein nýggjur Finnur Fríði er ávegis í flotan. Hann er 89 metrar til longdar, ið er sama longd sum t.d. Gøtunes og Christian í Grótinum, men er eitt sindur smalri og tekur 3.000 tons. Tann gamli er frá 2003 og harvið 20-ára gamal, og komandi ár kemur tann nýggi so. Hann er bygdur í Póllandi og Karstensens Skibsværft í Skagen ger hann lidnan. Skipið kemur til Skagen í summar og verður latin Krossbrekku hjá Varðanum í antin januar ella februar í 2024.

Umleið 110 sjómenn arbeiða í dag hjá Varðanum, og afturat teimum eru 150 starvsfólk í Suðuroy. Varðin eigur helvtina av Faroe Origin, ið hevur 120 starvsfólk, harav umleið helvtin starvast fyri Varðan. Umframt tað eigur Varðin helvtina av Høvdavirkinum í Leirvík ella Faroe Marine Products, og har eru upp til 70 fólk í starvi, tá ið tey eru flest í tali. Hetta gevur samanlagt umleið 390 starvsfólk.

Tá ið tað kemur til eldfimasta evnið, sum er útbyggingin hjá Varðanum Pelagic í Suðuroy, so sigur Tórheðin Jensen, at tey vita av, at tey ikki fáa fleiri kvotur, hetta vegna antitrust-lógirnar. Men sum fyritøka hevur Varðin skyldu til at fáa sum mest burturúr, og tí satsar fyritøkan, tá tað kemur til vøkstur, upp á framleiðsluna av frystari vøru, ið fer fram í Suðuroy. Men, sigur Tórheðin, at hvørja ferð teir framleiða 1 kilo har, skal umleið ½ kilo koyrast við trailara og síðani siglast og aftur koyrast til Fuglafjarðar. Tað vil Varðin fegin effektivisera.

– “Har er so nógv meira, ein kann gera við svartkjaft. Vit kunnu væl framleiða surimi, men sum støðan er nú, má helvtin av vøruni koyrast til Fuglafjarðar. Fyri at framleiða surimi mugu vit tí byggja eina nýggja fabrikk, sum framleiðir mjøl, protein og lýsi, og tástani letur surimiframleiðslan seg gera. Hetta er eitt stórt stig, sum enn ikki er tikið, og tær ætlanirnar er ætlanin at taka fram aftur. Hetta er bæði betri fyri umhvørvið við minni frakt, og fer eisini at skapa nýggj arbeiðspláss í Suðuroy. Í løtuni bíða vit eftir svari uppá umsóknina”, sigur Tórheðin at enda.