Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

“Nú sprettir á fold og spírar”

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Miðbýurin í Klaksvík er sera snøgt gróðursettur nú sólin rættuliga gjørdi um seg í dag hóast hitastigini bert togaðu seg upp ímóti teim 14. Men ikki kann sigast annað enn at framúr arbeiðið hjá okkara býargartnaratoymi er serstakliga gevandi fyri okkara framfýsni og menning eftir ein sera strangan, langan og harðan vetur.

Vit lata myndirnar tala fyri seg og gleðast um at gløður verða lagdar afturat okkara fagnaði av várkensluni.