Fyrireikingarnar av barnatiltakinum í morgin ganga væl, og nú er klárt at kunngerða skránna.
Meðan barnagararnir hava stongt, verður Badmintonhøllin á tremur við lívi og undirhaldi. Fyrireikingarnar hava gingið væl. Tiltakið verður í Badmintonhøllini og byrjar kl. 09.00 og endar kl. 15.00. Tiltakið er ætlað øllum børnum í aldrinum 0-7 og tey sum ganga í 1. og 2. flokki.
Umframt at møguleiki verður fyri at spæla í hoppilandinum, so fer Rógvi B. Dam eisini at undirhalda. Rógvi er kendur undir heitinum “Rógvi og Drekin”. Hann hevur verið eyðsýndur í sjónvarpshøpi og eisini á palli.
Eisini fer BUBU á pall, við øllum teimum kendu sangunum og undirhaldið.
Gjøgnum allan dagin verður møguligt at keypa kaffi, te, køkur og ymiskt ábit til bæði børn og vaksin frá Café Fríðu, ið eisini fer at hava Café í høllini.
Endmálið við barnatiltakinum fríggjadagin er, at geva børnum og foreldrum møguleika at møtast til ein stuttligan felagsdag.
Skráin fyri dagin sær soleiðis út:
Café Fríða hevur opið allan dagin
kl. 09:00 – Hoppilandið letur upp
kl. 11:00 – Rógvi og Drekin fara á pall
kl. 14:00 – Bubu fer á pall
kl. 15:00 – Hoppilandi letur aftur
Vit gleða okkum til ein stuttligan dag, har øll familjian kann njóta løtuna.
Stuðla tiltakinum hava:
Norðhús
EFHO
JFK



