Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Visit Norðoy á ferð kring Norðoyggjar

Jóhann Lützen

Visit Norðoy er byrja uppá eina røð av borgarafundum um ferðavinnu í Norðoyggjum. Fyrsti borgarafundurin var í Kunoy týskvøldið har nógv áhugaði fólk vóru møtt upp til fundin.

 

 

”Vit arbeiða við einari ferðavinnuætlan fyri næstu 5 árini og tískil er tað sera umráðandi at hoyra hvat borgarar í Norðoyggjum hava uppá hjarta tá tað snýr seg um ferðavinnu og hvussu áhugin er at verða partur av ferðavinnuni” sigur stjórin á Visit Norðoy, Theresa Turiðardóttir Kreutzmann.

Vit merkja stóran áhuga hjá fólki um at gerast partur av ferðavinnuni og fleiri spennandi verkætlanir eru í umbúna. Tað at koma út á lokaløkini og tosa við fólk gevur okkum eisini sera góðan iblástur til hvat vit kunnu hjálpa við.

Næsti borgarafundur um ferðavinnuna verður í Kalsoynni mánadagin kl. 15:30 á Café Eðge  har øll áhugaði í Kalsoynni eru vælkomin.