Men FIFA hevur noktað KÍ at brúka málverjan, áðrenn flytingarvindeygað letur upp.
Tá KÍ 25. januar í ár kunngjørdi, at Markus O. Pettersen bleiv málverji í hópinum afturat Róa M. Hentze, so skrivaði Norðlýsið, at KÍ her tók ein stóran kjans.
– Tað er sostatt okkurt sum bendur á, at tað er ein váði, sum KÍ tekur á málmansøkinum í ár við tveimum málverjum, ið hava havt nógvar skaðar seinnu árini, skrivaði heimasíðan.
Og nú eftir 12 umfør má staðfestast, at KÍ hevur havt avbjóðingar á málmansøkinum. Rói M. Hentze er ongantíð blivin skaðafríður og óvist er, um hann verður klárur aftur hetta kappingarárið. Markus O. Pettersen hevur ikki verið tøkur til báðar toppdystirnar hjá KÍ umframt dystin móti ÍF. Móti HB bleiv hann sjúkur nakrar tímar áðrenn dystarbyrjan og móti B36 bleiv hann skaddur undir upphitingini. Tí hevur KÍ longu brúkt tríggjar málverjar. Móti HB spældi 49 ára gamli Geza Turi, meðan 22 ára gamli Hannis Matras vardi málið móti B36 og ÍF.
Hjá KÍ standa minst fýra altjóða dystir fyri framman um nakrar vikur og hóast skaðin hjá Markus ikki væntast at halda honum uttanfyri leingi, so ljóðar fyri vist, at KÍ fer at fáa ein nýggjan málverja í hópin. Týdningurin av einum góðum og royndum málverja er serliga galdandi til altjóða dystirnar, ið vit hava sæð síðsti árini. Har fekk danski KÍ-málverjin nógvan kritikk fyri, at hann ikki helt sama stig til altjóða dystirnar sum til heimadystirnar. Og meðan málmansmistøk sjáldan kosta stig í heimligu kappingini hjá einum so góðum liði sum KÍ, so hevur søgan víst okkum, at málmansmistøk hava kostað í altjóða kappingunum.
Fáa nýggjan útlendskan málverja
Sum skilst frá fleiri góðum keldum, so er talan er um útlendskan málverja, sum KÍ fer at fáa í hópin. Men KÍ sleppur ikki at brúka hann fyrr enn flytingarvindeygað letur upp 15. juni. Tað hevur FIFA forðað fyri, tí talan er um málverja, sum hevur spælt sum amatør síðstu tíðina fyri eitt felag, men annars hevur royndir á høgum stigi. Júst tað at hann ikki stendur uttan felag er sum skilst trupulleikin. Men KÍ væntast at fara at gera sáttmála við hendan útlendska málverjan í summar.
Skuldi KÍ komið í trupulleikar á málmansøkinum áðrenn flytingarvindeygað letur upp, so hevur felagið møguleika at leiga málverja t.d. frá øðrum føroyskum feløgum sum t.d. TB hevur gjørt til tveir dystir, har teir hava leigað Símun Rógva Hansen og Silas Eyðsteinsson. Tá tekur kappingarnevndin avgerð, um loyvið skal gevast.



