Báðir hava selt fiskin í morgun.
Anru byrjaði at fiska 4. juni og hevur í morgun sambært FMF selt 60.000 pund, sum verður avreitt í morgin 8. juni. Harav 16.000 pund av toski, har næstan alt var toskur 1. Nógv tann støsti parturin, áleið 38.000 pund, var stór hýsa. Siðani var eitt sindur av brosmu og longu.
Brandur hevur eisini roynt á Føroya Banka og hevur selt 18.000 pund. Hann stendur til at hava byrjað at fiska í gjár 6. juni. Tað mesta er stór hýsa, men 2000 pund av toski 1 var eisini í veiðuni. Síðani var eitt sindur av brosmu og longu eisini uppií.



