At teir føroysku politikararnir mangla visiónir og tí fara eftir løtuvinningi, viðvirkar nú til, at Bakkafrost minkar um sínar íløgur í Føroyum og veksur um tær í Skotlandi, har politiska skipanin er heilt øðrvísi og heldur roynir at tiltrekkja vinnuligar íløgur. Norðlýsið hevur spurt stjóran í Bakkafrosti um, hvar og hvussu tað kemur at raka í Føroyum.
“Tað hevði verið munandi hugaligari, um politiski myndugleikin í Føroyum setti prís uppá, og hevði eina visión um, at man arbeiðir við virðisøking í Føroyum, at man arbeiðir við at menna útjaðaran í Føroyum, og at man skapar arbeiðspláss og er við til at byggja motorin í tí føroyska samfelagnum, soleiðis at vit eisini kunnu vera við til at dríva samfelagið frameftir tey næstu 10-20 árini”, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, við Norðlýsið.
Stjórin á størstu fyritøkuni í Føroyum heldur, at føroysku politikararnir bara fokusera uppá køkuna her og nú og ikki uppá at gera køkuna størri. Tí man sigur, at tá alivinnan brúkar eina krónu, so fer hon kanska 3 ferðir í umferð í samfelagnum, og tað sama fer at mangla í, tá krónan ikki verður brúkt her.
Tað er serliga í útjaðaranum, at alivinna er, og tað er galdandi fyri Noreg og Skotland eisini. Alivinnan hevur brúk fyri stórum økjum við nógvum vatni, eins og sjálvsagt fyri alifirðum. Tað fer tískil eisini serliga at verða útjaðarin í Føroyum, ið nú verður raktur av broyttu vinnuligu kósini hjá núverandi politisku skipanini. Nevndir verða m.a. undirleverandørar hjá alivinnuni.
Tann stóra lívfiskastøðin í Skálavík, sum kanska hevði kostað 400-500 milliónir, verður avlýst. Í staðin verða smærru smoltstøðirnar á Húsum og við Gjógv brúktar til lívfiskastøðir. Til tað verður nakað av peningi sjálvsagt nýttur, men tað verður ein brøkpartur, kanska 1/10 av tí, sum ætlanin var at brúka.
Bakkafrost hevði eisini ætlanir um at fara út á opið hav at ala. Tað hevði verið ein íløga í framtíðina. Hetta hevði verið bæði partvíst bygt og servicerað úr Føroyum. Hesar ætlanirnar eru ikki heilt sleptar enn, men nú verður Bakkafrost í øllum førum noytt til at útskjóta tær.
Tað verður eisini ein røð av smærri tingum, sum Bakkafrost nú má útseta. Regin Jacobsen sigur, at um vit brúka ein faktor 3, so merkir tað, at Bakkafrost nú má minka um íløgurnar í Føroyum við 1,5 milliardum, at millum 4 og 5 milliardir nú blíva burtur í Føroyum.
Regin Jacobsen kann ikki seta eitt neyvt tal á mist arbeiðspláss, men hann roknar við, at tað hevði blivið til eini 100 arbeiðspláss meira, um Bakkafrost hevði sloppið at ment seg, sum fyritøkan ætlaði.
At síggja til hava landsins politikarar eisini skotið seg sjálvar í føturnar, tí stjórin í Bakkafrosti metir, at slapp Bakkafrost at menna seg eftir ætlan, so gjørdust tær 750 milliónirnar, sum fyritøkan í dag rindar í skatti, til kanska 2 milliardir um 10 ár. At politiska skipanin velur at krevja so nógv meira inn nú kann kanska geva Landskassanum eina milliard uppá stutt sikt, men uppá langt sikt kann upphæddin blíva væl lægri.
Stjórin í Bakkafrosti biður politikararnar í Føroyum um at ansa eftir ikki at hála so hart í spírarnar fyri at fáa teir at vaksa skjótari, tí so verða teir hálaðir úr rótini og følna.



