Fríggjadagin í seinastu viku kom videolagið Børn í Føroyum út á Youtube. Tað er bólkurin Smíl við skúlabørnum á Skúlatrøð, sum syngja og spæla. Hetta er fyrri av tveimum sangum, sum verða givnir út.
Hetta er eitt gott og lívsjáttandi videolag, og vit gleða okkum eisini til seinna videolagið, sum kemur út í dag.
Tað er Steintór Rasmussen, sum hevur gjørt bæði orð og lag.



