Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Veljarin ónøgdur við samgonguna

Jóhann Lützen

Sitandi landsstýrissamgonga millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn hevði ikki sloppið at hildið fram, um val var í dag. Tað er niðurstøðan í nýggjastu veljarakanningini, sum er almannakunngjørd á Portal.fo. Vit kaga í kanningina og meta um orsøkir.

 

 

Fyrstu tíðina eftir, at Landsstýrið varð skipað í desember, førdi samgongan mest ein framskrivingar-politikk við provisoriskari fíggjarlóg og annars nakað av framhaldi av tí, sum undanfarna samgongan legði fyri dagin. Men seinastu mánaðirnar hevur samgongan ført sín egna politikk. Eftir øllum at døma ikki nóg væl, tí sambært kanningini ynskja veljararnir gomlu samgonguna aftur.

Fólkaflokkurin fær 8 tingfólk, Sambandsflokkurin 7 og Miðflokkurin 2, ið geva ein meiriluta upp á 17 tingfólk. Samgongan fær 16 – Javnaðarflokkurin 8, Tjóðveldi 6 og Framsókn 2. Tað vil siga, at Framsókn og Javnaðarflokkurin missa hvør sítt tingfólk, sum Fólkaflokkurin so fær. Sambandsflokkurin, Tjóðveldi og Miðflokkurin standa í stað, og Sjálvstýri er ikki-eksisterandi eisini sambært kanningini.

Aðrastaðni í kanningini ber til at lesa, at tey nógv tey flestu spurdu halda, at Landsstýrið hevur handfarið málið um tiltøk ímóti Russlandi “vánaliga” (38%) ella “sera vánaliga” (25%). Í ongum flokki eru fleiri nøgd enn ónøgd, og einans í Tjóðveldi eru líka mong nøgd sum ónøgd (42% í báðum førum). Í bæði Javnaðarflokkinum og Framsókn eru fleiri ónøgd enn nøgd. Einans 19% av øllum halda handfaringina hava verið “góða” ella “sera góða”. 18% vita ikki. Sí mynd ovast í greinini.

Eitt annað, ið kann hava spælt inn, kann vera tøkugjøldini, sum Landsstýrið hevur kunngjørt, og sum hava elvt til nakað av ørkymlan í alivinnuni. Hetta verður tað tó ikki spurt um í kanningini, og er tí bert ein meting bygd á, at kanningin varð gjørd mikudagin, dagin eftir at størsta alifyritøkan kunngjørdi, at hon flutti virksemi til Skotlands.

Hinvegin verður í kanningini spurt um fiskiveiðiavtaluna við Russland. Har siga 46%, at avtalan eigur at halda fram, 33% at hon eigur at halda uppat, og 22% vita ikki. Tað er tó óvist, í hvønn mun tað hevur ávirkað undirtøkuna hjá flokkunum, tí flokkarnir hava ikki meldað út, um teir vilja leingja hana. Summir teirra meldaðu út í fjør, men hava seinni broytt áskoðan.

Her er tað, sum serliga stingur í eyguni, at 73% av Miðflokka-veljarunum ynskja hana at halda fram. Tað er bara í Fólkaflokkinum, at uppaftur fleiri (83%), ynskja tað. Tað løgna her er, at tað er øvugt av tí, sum Jenis av Rana, floksformaður, hevur sagt seg vilja.  

Spyr.fo hevur gjørt kanningina fyri Portalin.