Landsliðssteðgurin kemur væl við hjá oddaliðnum á einum øki.
Nú er landsliðssteðgur og fyri oddaliðið KÍ kemur hann kanska væl við á ein hátt, hóast stigaúrtøkan hevur verið góð alt árið í landskappingini.
TÍ KÍ er tað liðið, sum í løtuni, har vit hyggja eftir dystunum hetta umfarið, hevur nógv flestar skaðar í deildini. Tá taka vit bara leikarar við, sum roknast at spæla nógv og sum ikki komu inní kappingina í ár við langtíðarskaðum.
KÍ hevur fimm leikarar skaddar, sum vanliga eru í uppstillingini ella nær við tað. Einki annað lið hevur meir enn tveir skaðar til leikarar, sum vanliga spæla nógv. Um ein mánaða skal KÍ spæla Champions League dystir og seinni mest sannlíkt Conference League.
Skaðar í løtuni:
KÍ
Markus O. Pettersen
Jóannes K. Danielsen
Patrick Da Silva
Mads B. Mikkelsen
Páll A. Klettskarð
HB
Adrian Justinussen
(Ári M. Jónsson fór út hetta umfarið)
B36
Taufee Skandari
Andrias H. Eriksen
Víkingur
Ingi Jonhardsson
Andreas L. Olsen
07 Vestur
Jóhann H. Joensen
Uros Stojanov
EB/Streymur
Rani Hansen
Tóki Johannesen
B68
Gilli Samuelsen
TB
Poul Ingason
Andreas Midjord
ÍF
AB
Í hesum yvirlitinum eru leikarar ikki við, sum sótu á bonkinum t.d. vegna snuddir, hetta umfaruð.



