Einar varð føddur í 1929, og hann var yngstur av teimum 7 børnunum hjá Bakka-Jákup og Elspu Sofíu á Bakkanum á Syðradali. Hann varð føddur um somu tíð, sum Kjølbro gjørdi tær stóru útbyggingarnar á Stongunum, men sjálvsagt høvdu tær hendingarnar onki høvdu við hvørja aðra at gera.
Um hetta mundið bygdi Kjølbro tað stóra húsið í trimum hæddum, har ráfiskagoymsla og vaskikjallari var í niðastu hæddini, goymsla í miðhæddini, og ovast var turkarí, so fiskur kundi turkast inni. Tær báðar stóru brúgvarnar, har stór skip kundu leggja at, vóru komnar væl áleiðis í 1929, og í 1931 var tann stóri nýggi handilin liðugur, sum varð bygdur út í sjógvin niðanfyri turkaríið.
Einar var sjómaður størsta partin av lívinum, og tað segðist, at tá hann í yngri árum var heima millum túrar, kundi hann finna uppá at binda troyggjuermar, meðan mamman, Elspa Sofía, bant bulin á troyggjunum. Einar var skiparalærdur frá Klaksvíkar Sjómansskúla, og hann sigldi við størri og smærri skipum øll sínu bestu ár. Tá hann var komin nakað til árs, sigldi hann við sluppini Esther, sum fyri tað mesta royndi eftir upsa við snellu. Í 1987 var eg ein snellutúr á Norðhavinum við Esther saman við Jóhann Mortensen, tá vit gjørdu Fiskivinnutáttin í Útvarpinum, og tá var Einar ein av manningini.
Einar var innløgumaður, og hevði góðan hug til sjógvin. Ofta var hann at síggja á seiðabergi, ella var hann á útróðri við fýramannafarinum Gulenni, sum hann átti. Hann giftist í 1961 við Sonnu, sum eisini varð ættað av Syðradali. Tey fyrstu árini, eftir at tey vórðu gift, búðu tey á Syðradali, men í 1966 fluttu tey inn til Klaksvíkar at búgva. Einar stríddist við sjúku, tey seinastu árini hann livdi, og hann doyði í 2006, 76 ára gamal.



