Fyrisitingarstarvsfólk hjá Bakkafrost eru farin í arbeiðshandskarnar og fríðkað um byrgingina um Haraldsund í morgun
Tað var gott lag, tá vit hittu tey umleið 50 starvsfólkini hjá Bakkafrost fyrrapartin. Tey vóru komin við bussi av skrivstovunum á Glyvrum og beint at rudda.
Tey hava slíkar ruddingardagar á hvørjum ári og hava fyrr ruddað á eitt nú Viðareiði.
Vit lata myndirnar tala.
























