Fyri løtu síðani fór Norðsøki at sigla heim, teir fóru av Klaksvík 14. í hesum og hava fiska í átta dagar undir Íslandi. Fyri løtu síðani tosaðu vit við Hera Vang skipara. Hann sigur, at hetta helst er stórsti túrurin vit hava gjørt undir Íslandi. -vit hava uppgivið 83.000 pund, men helst fer vektin at roynast betri enn tað og afturat tí, so er um helvtin, ella í hvussu so er 40,000 pund av toski ímeðan restin er mest sum alt upsi. Vit eru bert 4 mans við hendan snellutúrin, so vit eru sjálvandi sera væl nøgdir við túrin.
Tá eg spyrjið um veðrið nú teir eru byrjaðir at sigla, sigur Heri Vang at tað er tung alda og veðurmenninir siga nakað av vindi, so ilt er at spáa nær vit vera á Klaksvík, men eitt gott boð er sunnudagin, helst seinnapartin, um tað gongur væl.





