Harley
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýggjur festivalur í Norðoyggjum

Norðlýsið

Nýggi festivalurin eitur Norð og fer av bakkastokki 26. august á Viðareiði.

Soleiðis skriva fyriskipararnir av Norð festivalinum á Facebook:

Norð Festivalurin. SO ER FRIÐURIN ÚTI!

Tað er við gleði, at vit kunngera allarhelst heimsins vakrasta festival – nevniliga Norð Festivalur, sum fer av bakkastokki 26. aug. 2023 á Viðareiði.

Arbeitt hevur verið við hesum í rúma tíð, og nú øll loyvir og viðurskifti eru komin uppá pláss, kunnu vit við vissu siga, at talan verður um ein feitan dag, ið er pakkaður við øllum tí feitasta undir stórsligum umstøðum á Viðareiði.

Talan verður um ein tónleikadag frá morgni til myrkurs, barnaland, camping, tjalding, góður matur og nógv nógv annað!

Fylg við síðu okkara, tí í næstum verður meira kunning um Norð festivalin, eins og atgongumerkini verða sett til sølu.

Harleyfacadeacryl