Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvík í eini broytingartíð

Jákup Andreasen

Sjálvt um henda myndin ikki er so ógvuliga gomul – hon er frá 1987 – so lýsir hon eina farna tíð í so nógvar mátar. Norðborg og skipini og bátarnir, sum liggja við bryggju á vestara armi, eru flest øll burtur, meðan onnur og størri skip eru komin ístaðin.

 

 

Gomlu bygningarnir á Stongunum mugu eisini lúta fyri tíðarinnar tonn, og niðast til høgru í myndini sæst skotið, har eg ofta gekk, tá eg skuldi skunda mær oman at egna ella at keypa agn á kontórinum, sum lá niðaru síðu eitt vet norðanfyri endan á skotinum.

Alt hevur sína tíð, og flestu fólkini og útróðrarbátarnir, sum eg minnist frá míni tíð í hasum umhvørvinum í 1960 unum og 1970 unum, eru heldur ikki til longur.