Stjørnan hevur sett venjarar til komandi kappingarár.
Stjørnan skrivar:
Undanfarna kappingarár hjá SMS-liðnum, hava Annika og Svein Rógvi verið høvuðsvenjarar. Úrslitið av hesum var enn ein bronsu heiður norður til Stjørnuna. Annika og Svein Rógvi Ljósstein koma at halda áfram sum venjarar hjá SMS liðnum kappingarár 2023/24, og tað eru vit fegin um.
Vit ynskja teimum bestu eydni í kappingarárinum 2023/24.



