Sunnudagin verður spennandi topdystur í Klaksvík millum arvafíggindarnar KÍ og HB. Tað er tó eitt sindur serstakt hesaferð, tí heili 10 stig skilja partarnar, nú seinasti dystur áðrenn summarfrítíðina ferð í gongd.
Dystirnir millum KÍ og HB eru altíð nakað serligt, og heldur ikki hesaferð er nakað undantak.
KÍ hevur tó fingið eina sera góða byrjan upp á kappingarárið, og er í løtuni 10 stig framanfyri HB, sum liggur á einum annað plássi.
Ongantíð fyrr hevur nakað lið vunnið so nógvar dystir á rað í føroysku kappingini hjá monnum, sum KÍ hevur í løtuni, men tó hava allir sigrarnir ikki verið eins sannførandi. Tí er dysturin sunnudagin sera spennandi og ein kann als ikki taka nakað fyri givið.
Vit á Norðlýsinum ynskja at vita, hvat okkara trúgvu lesarar tippa, nú toppdysturin í Betri Deildini fer av bakkastokki.



