Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sunnudagin er týdningarmikil dystur um FM 2023

Jákup Ósá

Sunnudagin verður higartil mest avgerandi dysturin í landskappingini í ár, tá tey bæði fremstu liðini møtast.

Sunnudagin spæla KÍ-HB toppdyst í síðsta dystinum undan summarsteðginum frá landskappingini, har liðini fara at spæla Evropafótbólt. Í Evropa fáa hesi liðini seg roynd, tí KÍ møtir stórfelagnum í Ungarn, Ferencvaros, meðan HB møtir Derry City, sum liggur á 2. plássi í Írlandi.

 

Meting: KÍ-HB

Dysturin sunnudagin hevur sera stóran týdning fyri FM-stríðið í 2023. KÍ kann liva við javnleiki, meðan HB skal vinna dystin fyri at fáa spenning í kappingina aftur. Vinnur KÍ dystin, so er landskappingin næstan avgjørd. Hjá KÍ verður spennandi at síggja, hvussu liðið fer at klára seg í toppdystum uttan toppskjúttan Páll A. Klettskarð. Tí Páll hevur verið nógv mest avgerandi leikarin í Betri Deildini higartil, har hann hevur havt ein avgerandi leiklut í øllum topp 4 dystum hjá KÍ. Tað er bara eitt mál, sum Páll ikki hevur skorað ella lagt upp til í hesum fýra dystum móti HB, B36 og Víkingi. KÍ hevur havt gott tak á HB síðstu árini og hevur heimavøll, men uttan Páll og fleiri aðrar leikarar er KÍ neyvan nakar greiður favorittur hendan dystin. KÍ hevur verið lítið sannførandi síðani vit fóru inn í juni, har liðið hevur vunnið við einum máli í teimum trimum dystunum móti AB, Tb og B68. Talan verður mest sannlíkt um ein javnan og spennandi dyst. Fyri fyrstu ferð í 2-3 ár tippar Norðlýsið KÍ at tapa. Tipping: 2 (1-2)