Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Team Rynkeby meir enn 20 ár á baki

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Við í Team Rynkeby, sum byrjaði í Danmark í 2001, eru nú 2.026 súkklarar og 538 hjálparar, sum eru í 68 ymiskum liðum úr Danmark, Svøríki, Noregi, Finnlandi, Føroyum, Íslandi, Týsklandi, Schweiz og Belgia.

Føroyar komu á fyrsta sinni uppí Team-Rynkeby sum sjálvstøðugt lið í 2014 og savnaðu tey í 2022 kr. 1,5 mill.

Fyri 22. ferð gongur leiðin úr Danmark 8. juli og skulu súkklarnir vera frammi í París 15. juli 2023. Hetta er 10. árið at føroyar eru við.

Føroyska fylgið er í ár tað størsta av Rynkeby súkklarum, síðani tey byrjaðu fyri 10 árum síðani. Yvir 180 søktu um at sleppa at súkkla við Rynkeby í ár, men vórðu 63 útvald.

Ferðin byrjaði í Klaksvík uppi við Sambílið á Heygum í gjár kl. 11.15, har røður og sangur var á skrá, umframt ein góður drekkamunnur, áðrenn ferðin rættiliga tók dik á seg.

Í Danmark verður savnaður peningur inn til Børnecancerfonden og Børnelungefonden.

Í fjør gav Rynkeby til vælgerandi endamál kr. 77,9 mill. Team Rynkeby Føroyar hava í 10 ár savnað um 11 mill. So í mun til fólkatalið, eru føroyingar rættiliga raskir at savna pening, helt Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í Mentanarnevndini, sum helt røðu fyri súkklarunum, áðrenn tey fóru avstað.

Páll Brim Joensen spældi tvey løg áðrenn røðuna hjá Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í Mentanarnevndini, og síðani helt Hervør Nolsøe, umboðandi Team Rynkeby, røðu. 

Savna inn stuðul til sjúk børn

Tá ið Rynkeby Føroyar byrjaði, stuðlaðu tey børnum við krabbameini. Men í dag er stuðulin víðkaður til at stuðla børnum, sum hava aðrar hættisligar sjúkur, umframt krabbamein, so sum hjarta- og lungasjúkur.

Fleiri av hesum børnum og familjur teirra skulu av landinum til viðgerðar, og tað er eitt ógvusligt skifti. Í fyrstu atløgu at hava eitt álvarsliga sjúkt barn, og harafturat vera noydd at flyta av landinum í styttri ella longri tíð fyri at fáa viðgerð.

So vit hava nógv at takka Rynkeby-fólkunum fyri, sum gera eitt megnar arbeiði, umframt at sukkla ein ikki so stuttan tein – alla leiðina til París!

Góða ferð!

Harleyfacadeacryl