Í summar er Torgið á Biskupstorginum karmur um eina framsýning av verkum hjá Edith Mørkøre
Talan er eitt úrvæl av innrammaðum grafikki og málningum har fleiri av grafikk-myndaevnunum eru úr Klaksvíkini.
Edith er autodidakt listafólk og hevur seinastu mongu árini havt listina, sum sítt høvuðsstarv. Hon hevur við jøvnum millumbili havt listaframsýningar her heima og uttanlanda. Eisini hevur hon listprýtt bókaútgávur og annað. Edith er limur í ListGraFo
Edith málar og arbeiður á atelierinum Inni á Gøtu í Hoyvík, har hon eisini sýnir fram sína list og heldur skeið og skapandi listarligar verkstovur hjá LITBRIGDI.
Meira sæst at lesa um listakvinnuna á www.EdithArt.com og um LITBRIGDI her www.LITBRIGDI.net
Framsýningin er opin í alt summar somu tíðir sun Biskupstorgið og Cafe Fríða



