Í farnu viku vóru bæði børn og vaksin í barnagarðinum Baldursbrá í urtagarðinum. Tey hava m.a. lúkað, tí í síðsta mánað settu tey eplir niður.
Baldursbrá er ein náttúrubarnagarður burturav, og tí er partur av námsætlanini eisini at læra børnini at verða góð við náttúruna og at læra um vøkstur og plantur. Vivian Bjartalíð er leiðari á Blákolluni.
Baldursbrá er ein nýggjur stovur, sum lat dyrnar upp á heysti í 2021. Stovnurin hevur frálíka staðseting við fjøru og haga í nærumhvørvinum. Tískil er tað eisini náttúrligt, at náttúran myndar stovnin og er ein týðandi partur av námsfrøðiliga arbeiðinum.
– Vit arbeiða framvegis við orðingunum í námsætlanini. Í hesum sambandi hava vit m.a. gjørt eina plakat, ið vísir økini, sum vit arbeiða við. Yvirskipað hava vit deilt arbeiðið í trý økir. Fyrsta økið er spontanitetur. Her verður hugsað um tað, sum børnini leggja til merkis, og tað sum tey røra og spæla við úti í náttúruni. Tað kann vera, tá ið vit eru útferð og møta spennandi skriðdjórum, krabbum, goggum og vøkrum blómum. Næsta økið er at arbeiða við einum ávísum tema, tað kann vera fjøra, fuglar, ull ella trøll osv. Hetta er við at geva eitt gott fakligt yvirlit. Afturat tí arbeiða vit við verkætlanum, so sum eini eplaveltu, matgerð úr seyða úrdráttum og so hava vit eisini eitt spennandi skordýrahotell, sigur Vivian.
Myndin niðanfyri vísir á námsætlanina hjá stovninum, sum starvsfólk hava arbeitt við síðan oktober í fjør. Tað er Hans Jacob Østerø, sum hevur teknað og myndprýtt.











