Eins í øðrum ítrotti so eru tað eisini fleiri greinar innan súkkluítrottin. Millum annað er fjallasúkkling ein av teimum. Fjallasúkkling skilur seg sera nógv frá m.a vegasúkkling, býðarsúkkling og einkultstart.
Ikki er tað bara munur á súkkluni sjálvari, men tað er eisini sera stórur munur á, hvussu ein skal venja, hvat ein skal tora og ikki minst skal ein heilt serligur teknikkur til fyri at klára tær avbjóðingar, sum eru á rutuni.
Týsdagin bleiv kappast í stutteini á Guernsey. Tað vóru tveir av okkara royndastu fjallasúkklarum, Hilmar Hansen (Norðstrok) og Helgi Winther Olsen, sum skuldu í eldin.
Tað er eingin ivi um, at kapping er hørð í fjallasúkkling, og at stigið er høgt. Men hóast hetta so fekk Helgi Winther Olsen eitt 11. pláss, bert 5 sekund frá at vera millum fimm teir bestu. Hilmar Hansen bleiv nummar 27. Áðrenn kappingina hevði hann vóna at vera millum 20 teir bestu.
Næsta kapping hjá teimum er tað, ið kallast Cross Country sum verður hósdagin.





