Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Høgni, Jákup og Jóhan keypt NORT!

Jóhann Lützen

Fríggjadagin 14 juli varð avtala undirskriva, at teir tríggir Høgni Eysturoy, Jákup á Borg og Jóhan Waag Høgnesen hava keypt NORT

 

 

Hesir tríggir kenna væl hvønn annan og tað at hava eina fyritøku sum veitur góða tænastu. Teir hava allir verið partur av vælriknu fyritøkuni Bilrøkt, sum bleiv seld fyri 1 árið síðani.

Stjóri í NORT verður Høgni Eysturoy, og sigur hann í stuttari viðmerking : ” Tá vit høvdu møguleika at keypa eina so vælrikna fyritøku sum NORT, so gjørdu vit tríggir skjótt av. Fyrrverandi eigarnir hava uppbygt eina sunna, loyala, vælriknað og góða fyritøku upp, sum veitir allarbestu tænastu til kappingarførar prísir ”

NORT er ein heilsøla, sum veitur tænastur til vinnuna, og er tað serliga tey kendu arbeiðsklæðini frá Snickers, bil- og verkstaðsinnrættingar frá Bott og eisini kalt asfalt, sápur, glas og mangt annað.
NORT skaffar tað tú hevur tørv á!

Ì fyritøkuni koma Høgni og Jóhan at starvast til dagligt, meðan Jákup verður nevndarformaður.
Um ikki so langa tíð, so flytir NORT í bygningin beint uppiyvir verðandi hølum á Karlamagnussarbreyt í Hoyvík, og tá verður boði inn til samkomu

Harleywoodpaint