Ókeypis atgongd er á Pilestræde 43 til søguliga KÍ fótbóltsdystin mikukvøldið kl. 19:00. Dyrnar lata upp kl. 18
Komandi mikudag, hin 2. august, letur føroyska barrin í Keypmannahavn, Skarv, dyrnar upp fyri fótbóltsfjepparum og áhugaðum og vísir fótbólt á einum 75 tumma flatskíggja. Beinleiðis úr Gøteborg verður annað umfar av UEFA Champions League dystinum leiktur millum svensku meistararnar BK HÄcken og føroyameistararnar úr KÍ. Fyrri dysturin í Klaksvík endaði 0-0, tó at KÍ átti flestu farligu kjansirnar í einum nokk so jøvnum dysti. Nú verður returdysturin leiktur í Gøteborg.
Eigari og fyristøðukvinna á Skarv er Siri Thorsteinsson. Hon hevur sett seg í samband við Edmund S. Jacobsen fyri at lýsa tiltakið væl. “Vit fara at príða væl um mikukvøldið við fløggum og væl er gjørt av PR” fortelja tey bæði í tíðindaskrivi. Hetta er teirra fyrsta samstarv, og bæði eiga tey slekt í Klaksvík. Sum bónus bjóðar Skarv ein KÍ-durasnaps frá Einari Waag.
Ókeypis atgongd er á Pilestræde 43 til søguliga KÍ fótbóltsdystin mikukvøldið kl. 19:00. Dyrnar lata upp kl. 18.
KOYR Á KÍ ….!!!



