Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Hildu 70 ára dagin eftir 1. skúladag

Oliver Joensen

Vit, sum fóru í 1. flokk í skúlan á Ziskatrøð í 1953, hava sjálvandi kendst og á ymsan hátt hildið nakað av sambandi okkara millum. Umframt hátíðardagin tá vit fóru í skúla, hildu vit eisini 60 ára dagin fyri 18. august í 1953 og nú 70 ára dagin fyri fyrsta skúladag. Sjálvandi ber ikki øllum til at hittast, men vit vóru tó 25, sum vóru til móttøku í Varpinum, her Annfinnur Heinesen, stjóri greiddi frá arbeiðisgongdini og ikki minst greiddi hann frá hvussu framkomið húsið er og hvørjar ætlanir er við Varpinum fremeftir, ja “Norðurlandahúsið GO HOME” var ein útsøgn, sum hann festi á frásøgn sína. Jú, fyri okkum 77 ára gomlu sá hetta ógvuliga innbjóðandi út og vit vilja hervið nýta høvi at takka Annfini fyri kunningina.