Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nú spælir KÍ fyri at koma í Evropa League

Jákup Ósá

Bólkaspæl í Conference League er tryggjað, men KÍ hevur enn møguleikan at spæla seg í ’’fínari’’ bólkaspæl.

KÍ hevur tryggjað sær bólkaspæl í Conference League. Men KÍ skal framvegis spæla eitt 3. umfar og eina play-off uppgerð. Tríggjar kappingar eru hjá UEFA. Champions League (tann størsta), Evropa League (tann næststørsta) og Conference League (tann minsta).

Komandi tvær vikurnar fer KÍ at spæla móti Molde í 3. umfari í Champions League. Vinnur KÍ seg víðari her, so hevur KÍ tryggjað sær pláss í bólkaspælinum í Evropa League. Tapur KÍ, so fær KÍ ein møguleika afturat í play-off at spæla seg í bólkaspælið í Evropa League.

Vinnur KÍ á Molde, so kemur KÍ at spæla play-off um at koma í Champions League bólkaspæl. Lutakastið til play-off verður mánadagin 7. august. Í play-off verða fimm møguleikar, har bestu liðini væntast at blíva Galatasaray, Dinamo Zagreb og FCK.

Harleyfacadeacryl