KÍ gevur sínum viðhaldsfólkum eina Summarfestival gávu í dag.
KÍ boðar frá, at nýggjur sáttmáli er gjørdur við ein av lyklaleikarunum í stóru brøgdunum í summar, René Shaki Joensen. 30 ára gamli landsliðsleikarin kom til KÍ undan kappingarárinum 2022 og væl hevur gingist síðani. René hevur enn ongantíð roynt at tapt ein landskappingardyst við KÍ og í summar hevur hann havt ein lyklaleiklut í størstu úrslitunum í søguni hjá KÍ.
KÍ boðar frá, at sáttmálin er galdandi fyri 2024 og 2025.



