Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Upptakt: KÍ-Molde

Jákup Ósá

Í kvøld spælir KÍ fyri fyrstu ferð í søgu felagsins ein dyst í 3. umfari í Champions League.

KÍ hevur tikið yvirskriftirnar í altjóða miðlum í summar eftir at hava sent meistararnar úr Ungarn og Svøríki út úr Champions League. Men nú er tað lagt afturum og nýggj avbjóðing stendur fyri framman. Norsku meistararnir Molde vitja á fullsettum Tórsvølli ella nær við tað. Og hóast Molde er stórfavorittur, so verður spennandi at síggja, um KÍ kann fremja eitt gott avrik einaferð afturat.

Hjá KÍ eru nærum allir leikarar tøkir. Mads B. Mikkelsen og Páll A. Klettskarð hava vant aftur og kunnu koma at verða innskiftarar.

Dysturin á Tórsvølli byrjar kl. 19.45. Dómari verður Əliyar Ağayev úr Azerbadjan.