Eitt sindur sum væntað fekk KÍ tað sera torført í Sarpugerði í kvøld.
Sum Norðlýsið skrivaði í upptaktini, so bleiv hetta væntandi ein sera torførur dystur hjá KÍ og veddingarfyritøkurnar høvdu eisini Víking sum favoritt undan dystinum. Dysturin lá bara tríggjar dagart eftir krevjandi dystin móti Molde og undir vanligum umstøðum er útidysturin móti Víkingi altíð trupul hjá KÍ.
Tað var helst torført at seta KÍ-liðið í dag. Vandin fyri skaðum økist, tá so tætt er millum dystirnar og samstundis hevur KÍ ein stóran dyst týskvøldið. Seks broytingar vóru á KÍ-liðnum, og tað sást, at talan var um eitt lið, har summir vóru troyttir og summir ikki í dystarvenjing umframt, at liðið ikki var samanspælt við hesi samansetingini.
Víkingur skoraði uppá sínar fyrstu tveir málmøguleikar í dystinum og so var mótbrekka hjá KÍ og hon vardi í grundini restina av dystinum. KÍ fekk lítið og einki at hanga saman. Teknisku villirnar vóru nógvar og nógv fleiri enn vit vanliga síggja og frameftir var sjáldan vandamikið. Víkingar vóru betri upplagdir og góvu einki pláss til KÍ-arnar og tóktust betri í nærdystunum.
Kanska einasta ljóspunktið hjá Kí í dystinum kom í seinna hálvleiki, tá innskifti Páll A. Klettskarð meldaði seg aftur til eftir drúgvan skaða. Eftir innlegg úr vinstru skallaði hann bóltin flott í málið. So kom spenningur í, hóast Víkingur undan hesum skuldi havt avgjørt dystin. 2-1 gjørdist tó úrslitið og samanlagt var tað fult uppiborið, at Víkingur vann, tí heimaliðið var betri á stórt sæð øllum økjum hendan dystin.
Hetta var fyrsta tapið hjá KÍ í landskappingini síðani 2021 og fyrsta tapið í Sarpugerði í 10 ár.



