Fyri lítlari løtu síðani tosaði eg við skiparan á Norðsøka, Hera Vang. Heri sigur, at teir fóru at sigla heim fyri umleið einum tíma síðani. Vit hava umleið 45.000 pund inni eftir roynd undir Íslandi í fimm dagar. Vit høvdu næstan onga kvotu eftir her vesturi og tí keyptu vit nakað av kvotu afturat áðrenn vit fóru hendan túrin. Men nú er so kvotan uppi og í dag fingu vit 18.000 pund inn á dekki, so hetta hevur verið ein sera áhugaverdur og spennandi snellutúrur undir Íslandi.
Gongur alt eftir ætlan, so landa vit í Klaksvík týsmorgunin, sigur Heri Vang, skipari á Norðsøka at enda.



